Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 12. mai 2021

Keyp mold í Húsahaga

Øll kunnu bæði sleppa av við mold og keypa mold á moldplássinum við tyrvingarplássið í Húsahaga. Tyrvingarplássið tekur ímóti tyrvingartilfari frá bæði vinnu og privatum. Mold- og avgrevstrarplássið er partur av virkseminum á tyrvingarplássinum.

At heinta mold á moldplássinum í Húsahaga kostar 35 kr/m3 v/MVG fyri óskilda mold (kann vera stórir steinar í) og 125 kr/m3 v/MVG fyri skilda mold (upp í steinar í nevastødd)

Um fólk koma við stampum ella lítlum viðfestivogni, so er ikki vanligt at taka nakað fyri tað, tí tað fyllir ikki meira enn 0,2 m3.

Ætlanin er at fáa eina bingju við mold oman á Endurnýtsluøkið, so borgarar heldur kunnu koma framvið, tá tey kortini eru komin við burturkasti. Vónað verður, at tað verður klárt nú í summar.

Mannagongdin við keypi av mold er, at ein konto verður upprættað hjá kommununi – tað kann gerast við at ringja á tyrvingarplássið tel. 302042.