Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 16. september 2021

Kókitilmælið stendur við á Argjum og í vesturbýnum

Seinastu vatnkanningarnar vísa, at koliformar bakteriur framvegis eru í drekkivatninum á Argjum og í parti av Vesturbýnum. Kókitilmælið stendur tí við, til nærri boð verða givin.

Royndir verða tiknar í dag, hósdagin 16. september. Úrslitið fyriliggur í morgin fyrrapart.

Á kortinum niðanfyri kanst tú kanna, um dálkingin fevnir um tín matrikkul.