Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 09. september 2021

Køkubúðbrekkan í J. Paturssonar gøtu stongd frá leygardegnum 11. september

Køkubrekkan 2

Leygarmorgunin 11. september kl. 8 fer Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu. Arbeiðið varir til fríggjadagin 24. september.

Av tí at talan er um arbeiði við stórum bilum og maskinum og um spreingiarbeiði, er tað bara Bussleiðin og arbeiðsakfør hjá Andriasi Berg, sum hava loyvi at koyra í brekkuni í J. Paturssonar gøtu í tíðarskeiðnum. Stongt er fyri allari aðrari ferðslu.

Brekkan verður fyrst og fremst stongd av trygdarávum, men eisini fyri at fáa arbeiðið munandi skjótari liðugt. Gev gætur, at grøna parkeringsøkið í brekkuni eisini er stongt alt tíðarskeiðið.  

Arbeiðið hevur sostatt við sær, at:

  • tað verður ikki loyvt øðrum enn bussleiðunum og arbeiðskoyring hjá arbeiðstakaranum, sum ger arbeiðið, at koyra vestur eftir Niels Winthers gøtu úr Steinatúni. Øll onnur ferðsla má tí antin fara oman eftir Tórsgøtu ellan niðan eftir Niels Finsens gøtu
  • ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum og Jóannesar Paturssonar gøtu má ikki koyra oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu og kunnu sleppa oman í býin umvegis Gríms Kambans gøtu
  • ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
  • stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóannesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
  • hetta merkir eisini, at grøna parkeringsøkið í brekkuni í J. Paturssonar gøtu er stongt, meðan arbeiðið fer fram

Takið røttu atlit

Talan er um eitt av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum. Vit heita tí á allar bilførarar um at taka neyðug atlit, soleiðis at ferðslan kann ganga so væl sum gjørligt, meðan arbeiðið fer fram.

Vit hava tí hesi ráð:

  • vís atlit
  • ver uppmerksom
  • ver í góðari tíð
  • ver tolin
  • brúka aðrar farleiðir

Vit vilja heita á øll, sum hava møguleika, um at brúka aðrar farleiðir. Serliga kann Ringvegurin verða brúktur. Annars ber til at brúka farleiðina Landavegur – Grím Kambans gøta – Bøgøta – Vágsbotn – Mylnugøta – Áarvegur, um tú skal eystureftir. Og skalt tú vestureftir, so ber til at koyra eftir Dr. Jacobsens gøtu.

Men fyri at ferðslan á hesum alternativu leiðunum heldur ikki gerst alt ov tøtt í roktíðini, er tað gott, um tað til dømis ber til at møta einar 15 minuttir fyrr ella 15 minuttir seinni til arbeiðis.

Í Tórshavnar kommunu er somuleiðis ein sera vælvirkandi býarbussleið, sum er ókeypis at brúka hjá øllum borgarum. Vit vilja heita á øll um at brúka bussleiðina í so stóran mun, sum tað er gjørligt.