Lurta
Tíðindi - 08. desember 2020

Kommunan stuðlar nýggju kirkjuni á Argjum

Tað er nú nakað síðani, at kirkjuráðið á Argjum var komið so langt við fyrireikingunum at byggja nýggja kirkju á Argjum, at kirkjuráðið bað Tórshavnar kommunu um at vera við í fíggingini.

Og nú hevur kommunan játtað 5 mió.kr. til byggingina. Pengarnir frá Tórshavnar kommunu eru ein fortreyt fyri, at nýggja kirkjan hjá argjafólki gerst veruleiki.

Sambært samtyktini skal fíggingin brúkast til at gera útiøkið við parkeringsøki v.m., og at almenningurin afturfyri fær atgongd til parkeringsøkið.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaði í dag undir játtanarskrivið, sum varð handa kirkjuráðnum.

Borgarstjórin nýtti samstundis høvið at ynskja kirkjuráðnum hepna hond við verkætlanini.

Argir er vaksið nógv seinastu árini við nógvum nýggju borgarum, og tí er kirkjan kærkomin.