Lurta
Tíðindi - 24. februar 2021

Kommunan yvirtikið kranan hjá útróðrarmonnunum

Tórshavnar kommuna yvirtók í gjár kranan hjá Suðurstreymoyar Útróðrarfelag. Útróðrarfelagið varðveitir tó brúksrættin til kranan. Tórshavnar havn eigur eisini teir seks egningarskúrarnar.

Kári Johansen, formaður í havnarnevndini sigur, at hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá útróðrarmonnunum, tí raksturin kann ofta vera tungur. Samstundis verður farið undir at gjøgnumganga  og dagføra egningarskúrarnar - har tað sum er eru eini til tvey leigumál í hvørjum og frystarí - soleiðis at rúm kann verða fyri fleiri leigumálum.

Á myndini síggjast frá vinstru Jónsvein Lamhauge, havnarfúti, Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, og Kári Johansen, formaður í havnarnevndini.