Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. oktober 2021

Kvøldskúlin undirvísing fyri tilflytarum í Vágum

Í mong ár hevur Tórshavnar kvøldskúli bjóðað málundirvísing fyri tilflytarum í føroyskum máli og føroyskari mentan. Hetta virksemið hevur verið í vøkstri farnu árini og hevur fingið alsamt størri týdning, nú vaksandi tal av útlendingum flyta til landið.

Í fjør bleiv undirvísingin skipað formliga av nýggjum sambært sonevndu CEFR-skipanini, ið tryggjar, at næmingurin kann fáa eitt formligt prógv, ið kann brúkast í framhaldandi lestri v.m.

Talan er um undirvísing, nevnd ‘Føroysk sum annaðmál 1, 2 og 3’ og tekur tað vanliga hálvtannað ár at koma ígjøgnum og krevur tað, sum svarar til umleið ½ tíð, tað tíðarskeiðið skeiðini eru.

Ikki øll øki kring landið hava eins góðar fyritreytir fyri at skipa hesa undirvísing, og er tí ynski frá mentamálaráðnum og Sørvágs- og Vága kommunum, at Tórshavnar kvøldskúli kann skipa fyri skeiðum í Vágum hetta komandi skúlaárið.

Tímajáttanin verður endurgoldin frá UMMR, meðan ávísur kostnaður er av eitt nú umsiting. Hugsanin er, at Sørvágs- og Vága kommunur rinda eitt ómaksgjald til Tórshavnar kvøldskúla fyri tænastuna.

Ætlanin er at royna hesa skipan í eitt ár fyri fyrst og so meta um møguligt víðari samstarv. Samstarvið er heimilað í lógini um frítíðarundirvísing. Eitt uppskot til samstarvsavtalu millum Tórshavnar kommunu og Sørvágskommunu og Vága kommunu er gjørt.

Mentamála- og fíggjarnevvndin hjá Tórshavnar kommunu mæla nú býráðnum til at samtykkja at gera samstarvsavtaluna við Sørvágs kommunu og Vága kommunu um undirvísing í ‘føroyskum sum annaðmál’ í Vágum skúlaárið 2021/22.

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.