Tíðindi - 13. juni 2022
Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 1. juli 2022

Ynskir tú at senda tilfar inn til ólavsøkuskránna, kanst tú gera tað á Vanganum. Freistin at senda inn tilfar til ólavsøkuskránna er 1. juli 2022.
Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.
Send tilfar til ólavsøkuskránna á Vanganum
Hevur tú trupult við at nýta talgildar tænastur, kanst tú taka fráboðanarskjalið niður sum pdf-fílu niðanfyri og senda tað til torshavn@torshavn.fo.
Freistin at senda inn tilfar til ólavsøkuskránna er fríggjadagin 1. juli 2022.