Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 24. september 2021

Lata upp aftur fyri einvegis ferðslu í brekkuni í J. Paturssonar gøtu

Køkubrekkan stongd sept 21_web_RD

Vegarbeiðið í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu gongur eftir ætlan. Spreingi- og sveisiarbeiðið er liðugt, og leygarmorgunin 25. september kl. 8 letur brekkan upp aftur fyri einvegis ferðslu.

Frá leygardegnum 25. september hevur arbeiðið hesar avmarkingar við sær fyri ferðsluna í miðbýnum:

  • ferðslan er einvegis í brekkuni oman eftir J. Paturssonar gøtu til Steinatún
  • stongt er fyri allari ferðslu úr Steinatúni til Jóannesar Paturssonar gøtu. Bara bussleiðin og arbeiðsbilar hjá Andriasi Berg eru undantikin. Øll onnur bilaferðsla kann annaðhvørt snara oman eftir Tórsgøtu ella niðan eftir Niels Finsens gøtu
  • ferðslan ið kemur oman eftir Dalavegnum má ikki snara oman brekkuna til Steinatún - bilar skulu annaðhvørt fara eftir Heygsbreyt oman í býin ella snara til høgru út eftir Jóanesar Paturssonar gøtu
  • Ferðslan ið kemur oman eftir Tróndargøtu kann ikki snara til høgru niðan eftir J. Paturssonar gøtu
  • Stongt er fyri allari ferðslu á niðasta strekkinum á Dalavegnum millum Doktara Jakobsens gøtu og Jóanesar Paturssonar gøtu (við Kirkjugarðin á Svínaryggi)
  • Hámarksferðin í brekkuni millum J. Paturssonar gøtu og Steinatún er 30 km/t

Av tí at hetta er ein av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbýnum, mælir Tórshavnar kommuna bilførarum til at nýta Ringvegin í tann mun tað ber til, heldur enn smærri síðugøturnar.