Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 26. februar 2021

Maria Ludvig fer frá fyri aldur

Maria Ludvig gevst í Dagstovninum við Løgmannabreyt eftir 25 ár í starvi hjá Tórshavnar kommunu.

Ein hugnaløta var fyri Mariu, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Børnini sungu og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og leiðarin á stovninum, Sofía Nattestad, bóru henni eina kvøðu. Tey nýttu høvi at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði, sum børn, foreldur og starvsfólk altíð hava notið gott av.

Í fjør slapp Maria ikki at halda 25 ára starvsdagin vegna koronu. So tí varð gjørt nógv burturúr í dag, eisini tí Maria fylti 67 ár fyri einari lítlari viku síðani.

- Maria er eitt av teimum sjáldsomu fólkunum, sum næstan øll børnini í býnum kenna. Tað sigst, at tað ber slett ikki til hjá henni at ganga gjøgnum býin, tí eini trý ættarlið av núverandi og fyrrverandi børnum renna eftir henni, steðga henni og vilja heilsa uppá og práta, so tað er meira møði enn føði hjá henni at avgreiða eitt vanligt innkeyp.

Øll børnini kenna hana – men eisini tey vaksnu, sum vóru brn fyri 25 árum síðan – og tí eitur hon onki annað enn Maria-omman í býnum og á stovninum.

Maria hevur starvast her á stovninum síðan stovnurin lat upp í 2003, áðrenn tað var hon eina tíð hjálparfólk í Býlingshúsinum Undir Fjalli. Og frammanundan var hon jú dagrøktari. Hon hevur sostatt verið við til at byggja námsfrøðiliga arbeiðið upp her á stovninum, segði Heðin Mortensen millum annað, tá ið hann var til hátíðarløtuna fyri Mariu fyrrapartin.