Lurta
Tíðindi - 23. mai 2024

Móttøka fyri fimleikarum

Í gjár var móttøka fyri fimleikarum hjá Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, sum hava staðið seg rættiliga væl, bæði í amboðsfimleiki og í estetiskum fimleiki. 

- Tað sær alt annað enn lætt út, tá tit sum fimleikalið trína á gólvið. Tað snýr seg um venjing, konditión og teknikk. Men tað snýr seg eisini um framførsluna – seriuna og tónleikin. Alt skal lagast eftir hvør øðrum. Riggar tað, er gullið tykkara, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Og bæði kvinnurnar í Lyru og unglingarnir í Miru fingu hetta at rigga. Tí í estetiskum fimleiki vunnu kvinnurnar hjá Lyru, saman við venjaranum Eyð Strøm, alt, - bæði steypakappingar og FM.

- Unglingarnir í Miru vunnu eisini FM, og tað gjørdu tit við einari seriu, sum venjarin Rúna Kyster Gærdbo, hevur gjørt. Tað er sera flott, haldi eg.

- Amboðsfimleikurin hevur eisini staðið seg sera væl. Hjá teimum vaksnu vann Ronja Johannesen allar kappingar, ið hon tók lut í. Mia Højgaard vann eisini allar sínar kappingar hjá unglingunum. Harumframt fekk Mia hægsta karakter nakrantíð hjá unglingum.

- So ongin ivi er um, at tit báðar, Ronja og Mia, skara framúr. 

- Menninir gjørdu eisini bart. Bjarki Johannesen vann gull í all-round hjá monnum. Kann leggja afturat, at Bjarki og Ronja eru systkin, so har liggur væl fyri hjá tykkum báðum.

- Torleivur Christiansen vann  gull í ringum. Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggi. Bjarti Skylv Hansen vann gull hjá unglingum í paralell-barr. So fýra gullheiðursmerki í amboðsfimleiki boðar frá góðum.

- Umframt gull kunnu vit leggja afturat, at fleiri silvur og bronsumerki eisini komu til Havnar í kappingum. So samanumtikið er framtíðin fyri fimleikin í Tórshavnar kommunu bjørt.

- Tórshavnar kommuna arbeiðir eisini altíð fyri, at ítrótturin í kommununi hevur góðar karmar. Fyri nøkrum árum síðan varð Fimi tikið í nýtslu. Tað haldi eg hevur riggað væl. Eisini ber til hjá tykkum at brúka aðrar hallir í kommununi, tá FM og steypakappingar eru.

- Eitt eru karmarnir, men eg veit, at tað liggur nógv venjing og stórt arbeiði aftanfyri góðu úrslitini. Og tit venjarar, - við hesum flottu úrslitunum vísa tit veruliga, at tit eru nakað heilt serstakt, sum venjarar.

- Tað kann vera, at Runavíkin – hesaferð - fekk hálað kappingarnar yvir um Tangafjørð, men tit syrgdu fyri at fáa gullið við aftur til Havnar. Hjartaliga til lukku øll somul. Vit eru errin av tykkum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Nógvar myndir eru á okkara Facebook-síðu.

Myndirnar eru HER