Tíðindi - 17. mai 2024

Móttøka fyri FM vinnarunum í hondbólti

Í røðu sínari fyri FM vinnarunum, fegnaðist Heðin Mortensen, borgarstjóri, um, at tað gongur so væl við hondbóltinum í Tórshavnar kommunu.

Her er brot úr røðuni hjá borgarstjóranum:

"Tað er altíð hugaligt, tá tað gongur væl hjá ítróttarfeløgum í Tórshavnar kommunu.

Og eg má siga, at í løtuni skarar hondbólturin framúr.

Tit eru fremst heima og úti í heimi. Vit tykkara liðum og við landsliðunum.

Hondbólturin hevur veruliga savnað alt Føroya fólk og alla Tórshavnar kommunu.

Tað er ikki so langt síðani, at Kyndilskvinnur vóru á gátt hjá okkum, tí tá vórðu tit vorðnar steypavinnarar. Nú eru tit eisini FM vinnarar.

Men fyrst máttu tit spæla tríggjar rættuliga spennandi dystir. Vit sótu øll spent og fylgdu við FM finaluni. Tað var tætt, men tit vunnu. Sum onkur miðil segði, - tað var stríð, áðrenn tað endaði við sigri og sjampagnu.

Hetta er níggjunda ferð, at Kyndil vinnur FM heitið hjá kvinnum.

Harumframt kunnu tit í ár eisini kalla tykkum greipuvinnarar, tí tit jú eisini vunnu steypakappingina.

Sigur tú Hoyvík, sigur tú eisini H71. Eisini tit máttu ígjøgnum fleiri spennandi og javnar dystir. Men tit vunnu.

Hetta er triðja árið á rað, at tit eru FM vinnarar. Til saman hava tit vunnið 8 FM heitið. Tað fyrsta varð vunnið í 2009. Sostatt er H71 tað felagið, sum hevur vunnið flest FM heiti hjá monnum seinastu 15 árini.

So tit vinna í meðal meira enn annað hvørt ár. Tað eru ikki nógv, ið kunnu reypa av tí.

Kommunan roynir altíð at geva ítróttinum góðar umstøður.

Seinni í ár er høllin Við Tjarnir liðug. Tað verður eitt risa framstig fyri føroyskan hondbólt.

Tá kunnu vit bjóða tykkum kanska bestu umstøður í Norðurlondum.

Og eg má siga sum er, tað hava tit og føroyskur hondbóltur uppiborið.

Fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við FM heitinum. Tit eru virðilig umboð fyri Tórshavnar kommunu.

Enn einaferð - hjartaliga til lukku øll somul.

Vit eru errin av tykkum."