Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 15. september 2021

Niðari vøllur liðugur

Vøllurin varð handaður nú seinnapartin. Síðan ovari vøllur varð skiftur í juni og okkara tjóðarleikvøllur Tórsvøllur endaliga varð tikin í nýtslu til heimadystirnar hjá landsliðnum herfyri, so hava vit bara bíðað eftir niðara vølli, sum nú eisini verður tikin í nýtslu.

- Her er at kalla alt nýtt. Undirlagið er umvælt og gjørt av nýggjum, stoytdoyvingarlagið er nýtt og graslíkið er nýtt – sama slag sum á Ovara vølli og á Tórsvølli.

- Vøllurin er liðugur, men tit mugu vísa eitt vet av toli eina tíð enn, tí komandi mánaðirnar verða nakrar ábøtur gjørdar á gyrðingar og á lendið kring vøllin, segði Heðin Mortensen, tá vøllurin varð tikin í nýtslu.

- Eg skal takka øllum tykkum, sum hava staðið fyri arbeiðnum: Høvuðsarbeiðstakari hevur verið Metatron ehf. og høvuðsráðgevi hevur verið pf. LBF.

- Asfaltarbeiðið er veitt av Spf. HJ Asfalt, slírar til stengurnar og onnur arbeiði er gjørt av Spf. 3S, meðan ábøturnar á brunnarnar er gjørt av rakstrardeildini hjá kommununi.

- Verkætlanarleiðsluna hevur tekniska fyrisiting staðið fyri saman við Ítróttaanleggum og umsitingini hjá kommununi.

- Eg vil samstundis takka okkara lokalu feløgum, tí samlaða arbeiðið her í Gundadali hevur kravt heilt ómetaligt tol av øllum pørtum.

- Tað skulu tit øll hava stóra takk fyri.

- Nú hann stendur liðugur fari eg at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer at framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit.

- Tillukku við vøllinum øll somul og allarbestu eydnu, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at enda.