Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 10. mai 2021

Niels Finsens gøta og parkeringsøkið við Ráðhúsið stongd leygardagin

Leygardagin 15. mai verður parkeringsøkið framman fyri Ráðhúsið stongt fyri allari bilferðslu frá kl. 8 - 17. Hatta í sambandi við 50-ára haldið hjá Javna.

Frá kl. 10 - 17 er Niels Finsens gøta stongd frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu. Og frá klokkan 14 - 14.30 verður Niels Finsens gøta stongd fyri allari ferðslu líka niðan til Hoydalsvegin.