Lurta
Tíðindi - 03. mai 2022

Nógvir starvsdagar í Heimatænastuni

Lítið hátíðarhald var í Heilsuhúsinum seinnapartin, har tey høvdu avgjørt at leggja ein hóp av starvsdøgum saman – serliga tílíkar, sum hava verið forsømdir seinastu árini av corona og ymsum øðrum orsøkum.

Nú skuldi tað so avgreiðast og borgarstjórin, sum var til staðar, helt at tað hevur týdning at vit gera nakað burturúr tílíkum døgum. Tí tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk.

- Vit endurtaka tí hvørt ár, at fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

Tær 8, sum allar eru farnar um 10 ár í starvinum, eru hesar:

Joan Eriksen – 10 ár:

-   Joan byrjaði í starvi sum starvsfólk í heimatænastuni á vári í 2012. Joan arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Joan hevur tilsamans starvast í 10 á eldraøkinum.

Ester Mohr – 10 ár:

-   Ester byrjaði í starvi sum heilsuhjálpari í 2009. Eftir at hava arbeitt nøkur ár í heimatænastuni, arbeiddi Ester í eina tíð í Stjørnulon, áðrenn hon aftur kom í starv í heimatænastuni. Ester arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Ester hevur hevur tilsamans starvast í góð 13 ár á eldraøkinum.

Barbara Jákupsdóttir – 10 ár:

-   Barbara byrjaði í starvi í Heimatænastuni í februar 2003, og arbeiddi í nakrar mánaðir sum ófaklærd heimarøkt, til hon á sumri í 2003 fór á Heilsuskúla at lesa til heilsuhjálpara. Nakað eftir loknan lestur, kom Barbara í starv sum heilsuhjálpari fyrst á Lágargarði og síðani á Boðanesheiminum í nøkur ár. Síðani 2016 hevur Barbara arbeitt sum móttøkufólk á eldraøkinum. Barbara hevur tilsamans starvast í væl yvir 10 ár á eldraøkinum.

Ester Mohr – 10 ár:

-   Ester byrjaði í starvi sum heilsuhjálpari í 2009. Ester arbeiðir burturav sum kvøldvakt í heimatænastuni. Ester hevur hevur tilsamans starvast í góð 13 ár á eldraøkinum.

Karin Olsen – 10 ár:

-   Karin byrjaði í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni í 2006. Karin starvaðist í 10 ár sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, til hon í 2016 fór í starv sum visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni. Karin hevur nú starvast í góð 6 ár sum visitator. Tilsamans hevur Karin starvast í gott 16 ár á eldraøkinum.

Haldis Samuelsen – 10 ár:

-   Haldis byrjaði í starvi sum ergoterapeutur á Lágargarði í 2009. Haldis arbeiddi í Virkis- og Venjingarstovuni á Lágargarði, til kommunan yvirtók eldraøkið í 2015. Tá varð Haldis flutt í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða, og har hevur hon arbeitt líka síðani. Haldis hevur sostatt arbeitt sum ergoterapeutur í 13 ár á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Óluva Áarberg – 10 ár:

-   Óluva byrjaði sum avloysari fyri ergoterapeut á Lágargarði á heysti 2008. Óluva byrjaði í føstum starvi sum ergoterapeutur hálva tíð á Ellisheiminum og hálva tíð á Tjarnargarði. Tá kommunan yvirtók eldraøkið í 2015, varð Óluva flutt í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða. Óluva hevur verið burturfrá í farloyvi í nakrar mánaðir og roynt seg sum ergoterapeutur á øðrum arbeiðsøki. Óluva hevur tilsamans arbeitt í 12 ár sum ergoterapeutur á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Róhild Winther – 10 ár:

-   Róhild byrjaði í starvi sum ergoterapeutur á Lágargarði í 2006. Róhild arbeiddi í Virkis- og Venjingarstovuni á Lágargarði, til kommunan yvirtók eldraøkið í 2015. Tá varð Róhild flutt saman við hinum ergoterapeutunum í tað tá nýstovnaða ergoterapeuttoymið at arbeiða. Róhild hevur eisini verið burturfrá í farloyvi í nakrar mánaðir og roynt seg sum ergoterapeutur á øðrum arbeiðsøki. Róhild hevur tilsamans arbeitt í gott 15 ár sum ergoterapeutur á eldraøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.  

---

Og so eru tað tríggjar, sum hava 20 ára starvsdag:

Herborg Petursdóttir – 20 ár:

-   Herborg arbeiddi sum ófaklærd heimarøkt í 2 ár frá 1993. Hon fór seinni at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Herborg kom í starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í táverandi Nærverkinum í 2004, og seinni bleiv hon so visitator. Herborg hevur tískil starvast á eldraøkinum í tilsamans 20 ár.

Malan Johansen – 20 ár:

-   Malan byrjaði í starvi sum heilsurøktari á Lágargarði í 1999. Hon starvaðist á Lágargarði til 2018, tá hon kom í Móttøkuna í Heilsuhúsinum at arbeiða. Malan hevur tískil starvast í góð 23 ár á eldraøkinum tilsamans.

Malan Samuelsen – 20 ár:

-   Malan byrjaði í starvi sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heimatænastuni í 2002. Malan starvaðist sum sjúkrarøktarfrøðingur til heystið 2020, tá hon gjørdist varaleiðari í Heimatænastuni. Eitt gott ár seinni, í desember 2021, varð Malan sett sum deildarleiðari í Heimatænastuni. Malan hevur starvast í 20 ár á eldraøkinum tilsamans.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað hevur stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

- Eg fari tí at takka tykkum øllum hjartaliga fyri tykkara stóra íkast og tykkara drúgvu tænastu í kommununi. Hjartaliga takk í vón um, at tit allar fara at trívast í mong ár aftrat í tykkara arbeiði, segði borgarstjórin at enda.