Lurta
Tíðindi - 04. juli 2022

Nóllywood 2022

Nóllywood 2022 verður í døgunum 5.-11. august í Føroya Fólkaháskúla.

Ert tú millum 14 og 18 ár og hevur tú hug til at læra at gera film? So kanst tú melda teg til Nóllywood.

Nóllywood er árligi summarskúlin fyri ung millum 14 og 18 ár, sum eru áhugaði í filmi.

Nóllywood 2022 verður í døgunum 5.-11. august í Føroya Fólkaháskúla.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo við hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Føðingardagur
  • Teldupost
  • Telefonnummar
  • Navn og telefonnummar hjá foreldrum ella verja

Harumframt verður tú biðin um at skriva í teldupostinum, hví tú hevur áhuga fyri at læra at gera film, og um tú hevur nakrar royndir við filmsframleiðslu. Royndir eru tó als ikki eitt krav.