Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 12. juli 2021

Nú ber til at bóka fyribils dagstovnapláss í Lonunum í Hoydølum

Lonirnar í Hoydølum juli 2021_hálvstór_RD

Frá í dag eru nýggj dagstovnapláss til børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri tøk at bóka í BARN-skipanini at byrja 15. august 2021 og seinni. Talan er um pláss í fyribilsstovninum Lonirnar í Hoydølum.

Í Lonunum er pláss fyri umleið 30 børnum býtt á 3 stovur.

Dagstovnatilboðið í Lonunum í Hoydølum verður skipað sum ein móttøkustovnur. Tað merkir, at plássini í Hoydølum eru fyribilspláss, og at foreldur, ið bóka pláss í Lonunum í Hoydølum, sostatt eisini skulu bóka barninum fyrsta tøka plássið á øðrum stovni.

Heilt ítøkiliga er mannagongdin tann, at foreldur skulu byrja við skjótast gjørligt at bóka sær fyrsta tøka plássið á øðrum stovni og síðan bóka barninum pláss í Lonunum. Vísir einki pláss seg at vera tøkt á øðrum stovni til tað tíðarskeiðið, foreldrini ynskja, skulu tey bóka fyrsta tøka plássið og samstundis seta barnið á ynskilistan til eina ávísa byrjanardagfesting.

Gev gætur, at ynskilistin er ikki tað sama sum at bóka eitt pláss, og at tað altíð er neyðugt at bóka fyrsta tøka plássið á øðrum stovni.


Útbygging av Miðstovninum eftir summarfrítíðina

Samstundis sum Lonirnar lata upp, fer arbeiðið at byggja út Miðstovnin í Kongagøtu í gongd eftir summarfrítíðina. Tá útbyggingin er liðug, verða fleiri tøk pláss. Arbeiðið væntast liðugt fyrst í komandi ári, og plássini verða boðin út, tá hetta nærkast. Tað ber tó longu nú til at seta seg á ynskilistan til Miðstovnin.

Hetta merkir samstundis at upprunaliga ætlanin um fyribils at flyta Dagstovnin á Argjum í Lonirnar í Hoydølum er slept.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Snarskivuna.