Lurta
Tíðindi - 03. februar 2022

Nú ber til at skriva børn inn í forskúla í Eysturskúlanum

Ein forskúli kemur afturat í Tórshavnar kommunu. Hóskvøldið 27. januar samtykti Tórshavnar býráð ætlanina at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina.

Nú kunnu foreldur sostatt skriva børn síni inn, og tað gongur fyri seg við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og fylla innskrivingarskjalið út.

Innskrivingarfreistin er týsdagin 1. mars 2022.


Um forskúlan í Eysturskúlanum

Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar. Virksemið í forskúlanum skal stuðla fjølbroyttu menningini og støðugu læritilgongdini hjá einstaka barninum. Leikur og spæl eru ein týðandi partur í forskúlanum, og samspæl skal vera millum læring og leik. Í forskúlanum verður dentur lagdur á mál og málmenning, støddfrøði og náttúru, rørslu og motorik, sosialar førleikar, samveru og samstarv.

Forskúlin í Eysturskúlanum verður tví-sporaður, soleiðis at pláss verður fyri 48 børnum. Børnini eru í forskúla í fýra undirvísingartímar um dagin, og eftir skúlatíð eru tey í frítíðarskúlanum.

Foreldragjaldið fyri forskúla, saman við foreldragjaldinum fyri frítíðarskúlan, verður sama upphædd sum dagstovnagjaldið.


Innskriving og freist

Skriva títt barn inn her. Trýst á grøna knøttin og fyll innskrivingarskjalið út. Freistin at skriva inn í forskúlan er týsdagin 1. mars 2022.

Skriva inn í forskúla í Eysturskúlanum