Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 31. mars 2021

Nú hitar jarðhiti Ráðhúsið

Í morgun tendraðu umboð fyri Mariu Poulsen fyri jarðhitanum á Ráðhúsinum. Ein jarðhitapumpa hitar nú allan tann stóra bygningin og brúksvatnið.

Við jarðhitanum er metta elnýtslan 40-50.000 kWt/ár, og CO2 útlátið fer at minka við áleið 50 - 75 prosentum.

Tað eru bara nakrir dagar síðan, at Spf. Bora vóru lidnir at bora tey trý 300 metra djúpu holini uttanfyri Ráðhúsið, og longu nú koyrir skipanin.

Elorka drívur hitapumpuna, sum framleiðir hita til hitaskipanina í bygninginum. Hitapumpan fær hita úr jørðini gjøgnum slangur, sum eru boraðar niður í jørðina.

Jarðhitin á Ráðhúsinum er partur av einum orkuátaki hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur til endamáls at leggja kommunalar bygningar um til grønar orkukeldur.

Tað er Maria Poulsen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum – felagið er tað elsta av sínum slagi í landinum, upprunaligi stovnarin byrjaði virksemið longu í 1848. Í dag umboðar felagið m.a. hitaskipanir frá CTC.

Á myndini fær borgarstjórin Heðin Mortensen eina frágreiðing um, hvussu skipanin virkar.