Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 22. desember 2020

Nú kanst tú søkja um loyvi til nýggjársbál

Ætlar tú tær at brenna bál á nýggjárinum, kanst tú søkja um loyvi nú. Tú skalt søkja um loyvi í talgildu skipanini hjá Sløkkiliðnum, og umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi áðrenn 31. desember 2020 klokkan 12.

Søk um at brenna nýggjársbál

Ivast tú í nøkrum, kanst tú venda tær til Sløkkiliðsstøðina á telefon 30 21 00. 

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at tú bara brennur reinan, óviðgjørdan og turran við
  • at støddin á bálinum í mesta lagi er 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd
  • at bál størri enn 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd skulu góðkennast frammanundan av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu vera hóskandi til umstøðurnar
  • at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
  • at frástøða til hús og lutir verður nóg stór
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
  • at navn, bústaður og telefonnummar verða upplýst
  • at verður neyðugt hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
  • mælt verður til at hava spannir ella vatnkør á staðnum skuldi verið neyðugt at sløkt ella kølt niður brunaskaðar

Vit mæla til, at spannir ella vatnkør á staðnum í fall tað verður neyðugt at sløkkja ella køla niður brunaskaðar.

Tað er sera umráðandi, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini. Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Tú kanst lesa meira um bálbrenning á síðu okkara um bál og nýggjársbál.

Bál og nýggjársbál