Lurta
Tíðindi - 22. juni 2021

Nú verður býurin stongdur fyri tungari ferðslu um náttina

Skelti eru nú sett upp, sum banna tungari ferðslu yvir 24 tons á kommunalum vegum í fleiri økjum, frá kl 22 á kvøldi til kl 07 á morgni og allan sunnudagin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at ákoyringarnar á ávísar býráðspolitikarar hevur verið stór seinastu tíðina orsakað av, at fólk kæra um dálking, óljóð, dun og ristingar um náttina, sunnudagar og halgidagar.

Gjørdar eru tí ferðsluteljingar á Velbastaðvegnum og á Norðara Ringvegi, har miðaltølini vísa, at har koyra í minsta lagi 40 stórir lastbilar hvørja nátt – onkuntíð upp í 10 lastbilar um tíman.

Borgarstjórin sigur víðari, at avgerð er nú tikin um at avmarka ferðsluna á kommunalu vegunum, tí hetta kunnu fólk ikki liva við.

Skelti eru sett upp við Vegin Langa í rundkoyringini Hvítanesvegur/Klingran, krossin við Eystara Ringveg og Hvítanesvegin og við Velbastaðvegin/Vestara Ringveg.

Tung ferðsla sleppur framvegis at koyra Yviri við Strond, men stongt verður fyri tungari ferðslu niðan á Háls nevndu tíðarskeið. Eftir Velbastaðvegnum slepst hesi tíðarskeið hvørki inn á Ringvegin ella inn á gamla Velbastaðvegin.