Lurta
Tíðindi - 22. desember 2021

Nýggj samstarvsavtala um vinnuferðavinnu

Í gjár var ein nýggj samstarvsavtala um vinnuferðavinnu undirskrivað, millum Tórshavnar Kommunu, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.

Hendan nýggja avtalan byggir víðari á ta undanfarnu, sum varð undirskrivað í 2019, tá partarnir samdust um at skipa samstarv, við tí endamáli at økja um vinnuferðavinnu í Tórshavn og í Føroyum.

Vinnuferðavinna er føroyska heitið fyri MICE-ferðavinnu:

M merkir Meetings (fundir)

I merkir Incentives (virkisferðir)

C merkir Conferences (ráðstevnur)

E merkir Events  (Tiltøk innan ítrótt, tónleik o.a.)

Endamálið við hesum samstarvinum er enn sum áður, í samstarvi við vinnuna, at fáa fleiri ferðavinnutiltøk til Føroyar, og til Tórshavnar Kommunu.

Ein vinnuferðavinnudeild er skipað, sum tekur sær av at selja Føroyar og Tórshavn sum vinnuferðamál. Og samstarva partarnir um hesa felags skrivstovu.

Vinnuferðavinnan skal verða til gagns fyri alt landið, og fyri Tórshavnar Kommunu er tað eisini gott at verða við í hesum samstarvinum, tí Havnin hevur nógvar ráðstevnu- og gistingarmøguleikar.

Vinnuferðavinna skapar eisini lív í havnini uttan fyri háárstíð, og hetta leingir tíðarskeiðið upp á árið har ferðafólk vitja. Tað stuðlar undir verandi ferðavinnutilboð, matstovu- og gistingarvinnu, samstundis sum tað kann eggja til nýhugsan, íverksetan og vørumenning, og gagna bæði ferðafólkum og borgarum. Skjótt verður eftir ætlan eisini ein stórhøll bygd í Hoyvík, sum kann hýsa størri ráðstevnum, og ítróttar- og mentanartiltøkum.

Nýggja avtalan tekur við 1.jan 2022, tá undanfarna avtalan fer úr gildi.

Lagt er upp til, at ein strategi skal gerast í 2022, við málum og lutamálum fram til 2030.

Savnaða játtanin er 4 mió. kr. um árið.