Lurta
Tíðindi - 03. desember 2021

Nýggj venjingarhøli í Kollafirði

Í gjár var lítil hugnaløta í Kollafirði í sambandi við, at nýggj og stásilig venjingarhøli lótu upp. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt stutta røðu, har hann m.a. greiddi frá um hølini.

- Eg eri fegin um at kunna bjóða tykkum vælkomin til hesa móttøkuna, nú hesi stásiligu venjingarhølini eru vorðin liðug og klár at taka í nýtslu.

- Í Frítíðar- og ítróttapolitikkinum hjá Tórshavnar býráð frá 2020 er m.a. ásett undir yvirskirftini “Góð heilsa fyri øll”, at:

Kommunan vil stimbra og stuðla undir skipað og sjálvskipað frítíðarvirksemi til frama fyri sálarliga og kropsliga heilsu. Allir borgarar skulu hava umstøður at vera virknir".

- Fólkaheilsuráðið hevur í nøkur ár havt eina kampanju, nevnd 'ABC fyri sálarliga heilsu'. Høvuðsslagorðini har eru 'VER VIRKIN, 'VER SAMAN' og 'VER HUGBUNDIN'. 

- Júst slík stevnumið er nakað, sum Tórshavnar kommuna og býráðið í mong mong ár hava verið sera íðin í at stuðla undir og fremja eftir besta førimuni. Nevniliga at okkara borgarir hava góðar umstøður til at vera virknir, og soleiðis stimbra undir góða sálarliga og kroppliga heilsu.

- Hvør tíð hevur sínar avbjóðingar og møguleikar, og vit sum nú eru, kunnu hvør á sínum øki viðvirka til at børn, ung og vaksin kunnu vera virkin, saman og hugbundin.

- Í dag er tað so at hátíðarhalda, at Kollafjørður hevur fingið hesar góðu venjingarumstøðurnar til vektvenjing o.a. - nakað sum er sera týðandi í nútíðar og framsøknum ítróttavirksemi innan fleiri ítróttagreinar.

- Verkætlanin var samtykt í juni 2020 og byrjað varð uppá arbeiðið á heystið 2020.

- Tað hevur drigið nakað út at koma endaliga á mál, men nú kunnu vit so fegnast um, at hølini eru liðug - og eg haldi, at hølini taka seg sera væl út.

- Høvuðsráðgevi hevur verið Ove Mortensen, arkitektur og høvuðsarbeiðstakari hevur verið Sp/f JEP Smíð.

- Húsaumsitingin - nú bygningsdeildin í kommununi - hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi saman við umsitingini annars og Ítróttaanleggum.

- Hallarvørðurin, Christian Martin Dam, hevur eisini havt ein aktivan leiklut. Takk tit øll fyri tað.

- Hølini eru ætlað at stuðla undir eitt virkið felagslív í Kollafirði. Høvuðsparturin her er sjálvandi Kollafjarða Ítróttafelag - KÍF. Eitt felag, ið skjótt fyllir 80 ár og sum jú er eitt fjøltáttað ítróttarfelag við bæði rógving, flogbólti og hondbólti, nakað sum ikki er so vanligt annars í Føroyum.

- Felagið hevur umleið 150 virknar limir innan hondbólt og flogbólt, og umframt fleiri bátsmanningar - eru eisini eru tíggjutals onnur virkin í felagnum sum venjarar, hjálparfólk og so framvegis.

Hetta er virðismikið fyri bygdirnar her kring Kollafjørð og kommununa sum heild.

- Eg havi sum borgarstjóri eisini lagt til merkis, at eitt nú fremsta mansliðið í hondbólti gevur hinum liðnum góða mótstøðu – eg vil tí ynskja tykkum góðan byr, bæði á leikvølllinum og í felagsvirkseminum annars.

- Hugsanin er, at eisini onnur í Kollafirði kunnu brúka hølið, t.d. innan eldarøkið er upplagt at taka spurningin upp við Ítróttaanlegg og gera eina skilagóða ráðlegging av tí.

- At enda vil eg ynskja Ítróttaanleggum, KÍF og øllum kolfirðingum góðu eydnu við nýggju hølunum og hentleikunum og vóni at hetta saman við øllum hinum hentleikunum her og  í bygdini kann vera grundarlag fyri einari virknari bygd, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a.