Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 23. juni 2021

Nýtt pakkhús og nýggjur terminalur til Norrønu

Tórshavnar havn er eigari av verandi farstøð og tilhoyrandi trapputorni. Tá gamla Norrøna byrjaði siglingina upp á Tórshavn fyrst í 80-árunum, vóru tillagingar gjørdar á farstøðina, sum Strandferðslan brúkti til Smyril.

Tá nýggja Norrøna kom í 2003, bleiv trapputornið bygt afturat gomlu farstøðini, men umstøðurnar til bilar og ferðafólk vóru at kalla tær somu. Tá bygdi Smyril Line afturat einum pakkhúsi hjá Tórshavnar havn.

Men síðan Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við. Nú hevur Tórshavnar havn tørv á einum nýggjum terminali til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Áðrenn bygt verður, skulu partarnir vera samdir um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn. Uppskot er gjørt til avtalu og sáttmála.

Havnarmeistarin og kommunustjórin mæltu til at taka undir við avtalu, og hetta varð samtykt av bæði havnanevndini og fíggjarnevndini. Í kvøld hevur býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum.