Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 27. desember 2020

Nýtt ungdómstilboð á Velbastað

Fyri jól í fjør samtykti býráðið at seta nýtt ungdómstilboð á stovn á Velbastað. Stígur kom í ætlanina, tá koronafarsóttin tók seg upp fyrr í ár, men kommunan hevur arbeitt víðari við fyrireikingunum, soleiðis at tilboðið kann byrja.

Á Velbastað er frammanundan eitt tilboð fyri børn í skúlaaldri, sum er opið annað hvørt fríggjakvøld. Í samráð við tað tilboðið leggur kommunala ungdómstilboðið seg eftir at arbeiða við ungum í aldrinum 14 – 18 ár. Tað eru umleið 30 ung í hesum aldri í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali tilsamans.

Ungdómstilboðið fer at halda til í somu hølum, sum frítíðarskúlin í dag húsast í. At byrja við verður tilboðið opið mikukvøld og fríggjakvøld.

Innihaldsliga verður tilboðið nakað líknandi tí, tú finnur í øðrum ungdómstilboðum í kommununi, so sum borðspøl, kiosk, kreativitet, spurnarkappingar v.m. Tað verða eisini tey ungu, sum koma at mynda staðið við teirra íblástri og hugsanum.

Enn hevur ungdómstilboðið ikki fingið nakað navn, men ætlanin er at skipa fyri navnakapping millum tey ungu og bygdafólkið annars. Hesum verður kunnað um seinni.