Lurta
Tíðindi - 20. desember 2021

Nýtt vatnverk í Kollafirði

Nýtt vatnverk er tikið í brúk í Kollafirði í dag. Tað gamla hevur roynst  roynst rímuliga væl, men nú gott 20 ár seinni er tað slitið, og var búgvið til at verða skift út.

Stutt undan kommunusamanleggingini í 2001, keypti Kollfjarða kommuna eitt nýtt vatnreinsiverk, sum hevur verið virkið síðan.

Nýggja verkið varð tikið í brúk í dag. Tekniska útgerðin í verkinum er frá P/F Nomatek, el-arbeiðið er gjørt av P/F Install, og lendisarbeiðið og húsasmíðið er gjørt av P/F Articon.

Verkið hevur eina reinsiorku á 150 ts. av vatni um tíman og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50%.

Eisini er roynt at tryggja verkið móti møguligum óhappum. Her eru 4 sandfiltur, tvær  kraftigar UV-strálingar, egið el-verk og ein UPS trygdarskipan, sum kann lata streym í ein tíma.

Eisini er ein alarm- og eftirlitsskipan tengd at verkinum. Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir.

Vatngóðskan í Kollafirði, Oyrareingjum og á Signabø er vanliga góð. Men tá nógv regn er við áarføri, kann vatnið fáa ein gulligan lit.

Nógva regnið, ið setur oman í áinar, rennur gjøgnum mold og mógv, og fær har henda gula litin, og henda trupulleika hava nógvar bygdir at dragast við.

Tað kann vera sera trupult at fáa henda litin úr vatninum, og ein hin besta loysnin er at fáa sær eina rímiliga stóra byrging, har skittur í vatninum kann botnfella.

- Fyri at fáa eina enn betri vatngóðsku, hevur kommunan seinastu árini arbeitt við at fáa eina hóskandi vatnbyrging um Botnánna, men er enn ikki komin á mál, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá verkið varð tikið í nýtslu í dag.

- Málið um nýggja vatnverkið varð samtykt í býráðnum í apríl og stendur nú liðugt. Eg fari at ynskja góða eydnu við verkinum og alt tað besta, segði borgarstjórin.