Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 25. februar 2021

Øll sleppa í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum

Býráðið hevur í kvøld avgjørt at fýra 1. flokkar verða í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2021/22. Hetta merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn til 1. flokk at byrja í summar, sleppa í Skúlan á Fløtum at ganga.

Á býráðsfundinum í kvøld samtykti býráðið eisini at endurskoða leiðreglurnar fyri næmingaupptøku í kommunalu fólkaskúlunum í Tórshavnar kommunu. Nýggju leiðreglurnar leggja upp til, at skúlaárið 2022/23 verða tríggir flokkar í 1. flokki, so sum skúlin er ætlaður til. 

Frítt skúlaval hevur verið í Tórshavnar kommunu síðani aldaskiftið. Tá ið fleiri næmingar hava verið skrivaðir inn til 1. flokk, enn pláss er fyri í viðkomandi skúla, hevur upptøkan tikið støði í, um barnið hevur gingið í forskúla, um tað hevur systkin í skúlanum, um tað býr nærhendis skúlan og møgulig onnur serlig viðurskifti.

Í sambandi við innskrivingina til 1. flokk til skúlaárið 2021/22 gjørdist greitt, at óvanliga nógv ynsktu at skriva børn inn í Skúlan á Fløtum.

Bæði børn, sum búgva í vesturbýnum, men eisini børn aðrastaðni í kommununi, hava ynskt at koma í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum. Skúlin er ætlaður at hava tríggjar flokkar frá forskúla til 7. flokk og fimm flokkar í 8. og 9. flokki.

Ein avbjóðing í sambandi við innskrivingina í ár er, at fleiri børn, sum búgva nærri miðbýnum ella í eysturbýnum, velja Skúlan á Fløtum heldur enn Sankta Frans skúla ella Eysturskúlan, sum eru tættari við bústaðin.

Ætlanin er, at nýggju leiðreglurnar í størri mun leggja dent á bústað tætt við skúlan, og at hetta eisini verður galdandi fyri pláss í forskúla.

Væntandi kemur uppskot til nýggjar leiðreglur til viðgerðar í trivnaðarnevnd býráðsins í mars 2021. Síðani fara leiðreglurnar til hoyringar hjá skúlunum og skúlastýrunum.

Ætlanin krevur góðkenning frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum sum eitt avmarkað undantak í mun til galdandi skúlabygna. Umsitingin arbeiðir saman við leiðsluni við at finna loysnir, hvussu hetta kann skipast á ein hóskandi hátt.