Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 27. oktober 2021

Ongin skoytibreyt í vetur

Arbeitt verður við eini varandi loysn viðvíkjandi eini skoytibreyt í Havn, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu næsta heyst.

Men nú í vetur verður ongin skoytibreyt. Trupult er at staðseta eina breyt sum er, og í ár ber hvørki til at taka parkeringsøki til skoytibreyt í Gundadali, á Vaglinum ella í Vágsbotni.

Arbeitt verður tó fram ímóti eini munandi betri og varandi loysn komandi heyst.