Tíðindi - 06. juli 2022
Órógv á fartelefonsambandinum á Norðasta Horni og í Havnardali
Hósdagin 7. juli frá kl. 9 til kl. 22 verður arbeitt við farnetinum á Norðasta
Horni og í Havnardali. Hesa løtuna verður einki innandura og lítið til einki
uttandura fartelefonsamband í hesum øki og har um leiðir. Breiðbandið og
fastnettelefonin verða ikki ávirkað.
Arbeiðið er liður í verkinum at skifta alt farnetið hjá Føroya Tele út við nútímans
5G-farnet. Nýggj útgerð verður sett upp á 187 plássum, umframt at 34 nýggjar
mastrar verða uppsettar.
Tú kanst lesa meira um arbeiðið og síggja tíðarætlanina á heimasíðuni hjá Føroya Tele
Hevur tú okkurt at spyrja um, set teg í samband Føroya Tele á ft@ft.fo ella á 30 30 30.