Tíðindi - 07. desember 2022
Parkering og atkoma fyri rørslutarnað til valstaðið á Hálsi
Ert tú rørslutarnað, og skalt tú greiða atkvøðu á valstaðnum á Hálsi 8. desember? Niðanfyri sært tú, hvar tú kanst seta bilin, hvar inngongdin fyri rørslutarnað er og hvussu tú kanst fáa hjálp til at atkvøða.
Parkering og atkoma fyri rørslutarnað á Hálsi
Á myndini niðanfyri sært tú, hvar parkeringsøkið til rørslutarnað er uttanfyri valstaðið á Hálsi. Í økinum beint uttanfyri høllina er parkering bara loyvd fyri rørslutarnað og hýruvognar.
Inngongdina fyri rørslutarnað finnur tú miðskeiðis á norðursíðuni:
Hjálp til at greiða atkvøðu
Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.
Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.
Hóast tú fært hjálp til at velja, mást tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvønn tú velur.