Lurta
Tíðindi - 17. desember 2020

Potiliðið er ársins átak 2020

Á hvørjum ári velur Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu ársins átak. Ársins Átak er átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum serligt, bæði í mun til dygd og sum brýtur frá vanliga gerandisdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini. Inn komu 10 uppskot. Í ár hevur dómsnevndin valt at heiðra Potiliðið fyri at gera eina testskipan, og at skipa fyri at starvsfólk javnan og eftir neyvt ásettum leisti vórðu kannað fyri korona, tá ið samfelagið lat uppaftur.

Testskipanin var ein týdningarmikil liður í smittufyribyrgingini. Kanningar vórðu gjørdar annanhvønn dag, og onkran dagin vórðu fleiri enn 400 kanningar gjørdar. Testskipanin hevur virkað frá fyrst í juli.

Potiliðið telur 16 starvsfólk, sum øll hava tikið uppgávuna á seg aftrat vanliga starvinum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Potingin hevur havt stóran týdning fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna. Fyri starvsfólkini góvu kanningarnar størri tryggleika og møguleika fyri at liva ein meira vanligan gerandisdag, bæði til arbeiðis og heima, hóast koronastøðuna. Fyri búfólk og heimabúgvandi borgarar var ágóðin, at tænastur og tilboð aftur kundu veitast nærum ótarnað.

Fyri kommununa fekk potiliðið eisini stóran týdning, tá samfelagið lat uppaftur. Heitt varð tá á potiliðið um at kanna øll starvsfólk á dagstovnaøkinum, barnatannrøktini, barnaverndartænastuni, sløkkiliðinum og á øðrum stovnum við. Ja, potiliðið kannaði eisini øll hjálparfólkini í sambandi við kommunuvalið.

Potiliðið hevur havt stóran týdning fyri, at tað higartil hevur gingið so væl at fyribyrgja smittu, og tí er potiliðið ársins átak 2020. Samstundis er hetta viðurkenning til starvsfólkini í Heilsu- og umsorganartænastuni, sum øll hava gjørt sítt til at skapa tryggar umstøður fyri eldru borgararnar í Tórshavnar kommunu.