Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 16. september 2021

Poul heldur hetta vera tað reina luksus

Fyri danir er tað at súkkla líka sjálvsagt sum at busta tenn. Eitt nýggjari slagorð er, at “alle har ret til vind i håret”.

Tá ein gerst eldri verður longri millum bæði gongu- og súkklutúrarnar. Hetta avmarkar eisini sosiala umhvørvið, tí tey eldru verða meira og meira bundin til heim ella stovn. Og avbyrging er tað ringasta, sum kann henda.

Farið varð tí undir eitt tiltak, sum kallaðist “Súkkling uttan aldur”, har nøkur sjálvboðin bjóðaðu sær til at súkkla tey eldru ein túr í býin av og á. Hetta fall sum fráleið mongum vitjunarvinum í lut.

Øll, sum hava verið eystanfyri, hava roynt eina “rickshaw”. Men nú hava hesar genialu elsúkklurnar frá “Triobike Taxi” spjatt seg til fleiri kommunur í Danmark og í Noregi, og um dagarnar kom fyrsta súkklan til Havnar.

Heilsu- og Umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu sigur, at hon verður fyrst roynd á Lágargarði og so lænt út til aðrar stovnar, áðrenn støða verður til fleiri innkeyp. Og fleiri vitjunarvinir eru spentir uppá tiltakið.

Tvey fólk kunnu sita í súkkluni, meðan eitt súkklar. Súkklan er sera vælútgjørd við teppum, trygdarbeltum og kalesju. Hon hevur sterkan elmotor, so lætt er at súkkla.

Fyrstur at royna súkkluna var Poul Djurhuus, meðan vitjunarvinurin Henrik Kølleskov traðkaði á pedalarnar. Poul hevur verið ein býarmynd í mong Harrans ár, men nú beinini vóru farin at svíkja og hann býr á Lágargarði, so var hetta heilt einastandandi.

- Hetta er tað reina luksus, segði Poul, sum í dag var ein túr á Vaglinum við Triobike Taxi og í gjár fekk okkurt gott prát niðri á torginum í Vágsbotni. Hann var sera fegin um súkkluna, har hann sat heitt og væl og trygt við góðum útsýni og frískari luft og upplivdi eina rúgvu.

Á Vaglinum hitti Poul borgarstjóran og umboð fyri Heilsutænastuna. Ætlanin er nú, at bústovnar kunnu lána hesa súkkluna sínamillum, og verður hugskotið væl móttikið, so verða helst keyptar fleiri súkklur.

Nevnast kann at enda, at Heilsu- og umsorganartænastan hevur sett tvey sokallað aktivitetsfólk í starv frá 1. oktober at rokna. Arbeiðsuppgáva teirra er í høvuðsheitinum at vera við til at geva fólki á eldrabústovnum eitt gott lív.