Lurta
Tíðindi - 24. juni 2021

Prógvhandan á Vinnuháskúlanum (1)

Í morgun fingu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar handaði prógv á Vinnuháskúlanum í Nóatúni. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt gestarøðu, har hann m.a. kom inn á, at tað ikki gongur dagur, at vit ikki hoyra um Arktis.

- Stórveldini kanska hugsa einamest um ráevni og strategisk týdningarmikil øki. Men ein sannroynd er, at broytingarnar í Arktis longu hava havt við sær økta ferðslu, og tað kann gerast sera áhugavert fyri okkum.

- Altjóða kanningar vísa, at skipaferðslan í Arktis fer at økjast við 50% næstu 30 árini. Í fyrstu atløgu ljóðar hetta kanska ræðandi, men vit mugu vóna, at vit hesi næstu tíggjuáraskeiðini gerast so tøkniliga framkomin, at útlát og dálking ikki veksur tilsvarandi, men heldur fer at ganga hinvegin.

- Eitt vita vit tó við vissu. Og tað er, at skal skipaferðslan vaksa í so stóran mun, so tørvar okkum túsundtals vælútbúgvin og roynd fólk á brúnna, í maskinrúmið og á dekkið. Og partur av hesi stóru skipamongd fer at tørva tænastur av øllum handa slagi í Norðuratlantshavi.

- Her í Havn kanna vit støðugt, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting. Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis, at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.

- Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í fyrireikingunum. Vit gerast alsamt meira ein miðdepil á norðurleiðum. Tí er vøkstur og økt ferðsla í væntu.

- Hetta merkir og hevur merkt í mong ár, at vit støðugt byggja út fyri at framtíðartryggja vinnuna og fyri at geva rúmd fyri framtíðar vinnu á økinum. Vit hava tíbetur eisini eitt gott byrjandi samstarv um útbjóðing og býti av tænastum millum ymsu havnirnar í miðøkinum.

- Ein av stóru súlunum undir okkara framtíðar búskapi verður tí sjóvinna í breiðari merking, nýggjar sjóvinnuútbúgvingar, shipping, reiðarívirksemi og tænastuveitingar. Og tit skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði.

- Tit hava bestu førleikar og vitan á økinum. Og heimlig og útlendsk vinna stendur í bíðirøð eftir føroyingum til brúnna, maskinrúmið og til onnur størv. Tykkara siðbundnu føroysku útbúgvingar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum.

- Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og í øllum heimsins londum. Tit hava tí kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir. Eg fari tí við hesum at ynskja tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku við próvnum og blíðan býr í tykkara framtíðar størvum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.