Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 22. januar 2021

Prógvhandan á Vinnuháskúlanum

Gott lag var á Vinnuháskúlanum í morgun, tá ið næmingarnir í einum skiparaflokki, einum skipsføraraflokki og einum maskinmeistaraflokki fingu handað prógv í góðveðrinum.

Símun Poulsen, stjóri, beyð vælkomin og helt røðu. Síðani nýtti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, høvið at ynskja próvtakarunum til lukku og blíðan byr á yrkisleiðini. Og tað gjørdu Ólavur Gunnarsson, formaður fyri Maskinmeistarafelagið og Annfinnur í Garðalíð, formaður í Skipara-og navigatørfelagnum.

Niðanfyri er kvøðan, sum Heðin Mortensen, bar fram til prógvhandanina á Vinnuháskúlanum í Nóatúni.

- Í dag nema tey flestu sær eina hægri útbúgving. At fara uppá skúla, sum tey søgdu fyrr, altso á Sjómansskúla ella á Vinnuháskúlan, er ein av mongum valmøguleikum.

Vinnuháskúlin má tí áhaldandi spenna seg út í kappingini, tí hann má kappast við aðrar lærustovnar um næmingar.

Vit liggja nú einaferð har vit liggja úti í Atlantshavi og havið er okkara lagna og okkara arvur. Vit hava sjógvin í blóðinum, vit hava alsk til sjógvin og mong eisini íbornar førleikar at trívast á sjónum.

Í yrkingini Vetur hjá Hans Andriasi Djurhuus, skaldi, tekur hann soleiðis til um sjófólk okkara:

 

Frítt verður teirra sinni,
fríir teir verða í skinni,
havið uppelur teir;
teir berjast við saltu báru
bæði á vetri og vári
og gera roysnini fleir

 

Í dag dregur so nógv okkara sjómenn. Útlendsk vinna stendur í bíðirøð eftir føroyingum til brúnna, maskinrúmið og onnur størv. Vit hava bestu førleikar og vitan á økinum.

Siðbundnu føroysku útbúgvingarnar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum. Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og í øllum heimsins londum.

Føroyingar í stórum tali eru álitið á brúnni og í maskinrúmum hjá útlendskum reiðaríum – serliga donskum, grønlendskum og norskum. Hundraðtals føroyingar við tykkara førleikum starvast í norskari vinnu og aðrir í uttanlands sigling. 


At vit í meira enn 100 ár hava bygt upp góðar førleikar á sjónum, og at vit liggja mitt í sjónum – alt hetta ger, at vit hava nakrar kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir.

Sjóvinnuútbúgvingar eru framvegis umráðandi. Men arbeiðsmøguleikarnir broytast eisini støðugt. Tí verður støðugt kannað, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting og hvussu vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.

Vit eru meira í fokus enn nakrantíð áður. Og sjóvinnuveitingar eru longu sum er ein munagóður partur av virkseminum í landinum. Siglingarleiðarnar broytast og vit gerast alsamt meira ein miðdepil á norðurleiðum. Tí er vøkstur og økt ferðsla í væntu.

Vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í fyrireikingunum.

Vit hava longu rættiliga stóra skipaferðslu og vit byggja støðugt út fyri at framtíðartryggja vinnuna og fyri at geva rúmd fyri framtíðar vinnu á økinum. Vit hava eisini eitt gott byrjandi samstarv um útbjóðing og býti av tænastum millum ymsu havnirnar í miðøkinum.

Í framtíðini kunnu vit ikki bara dúva uppá fiskivinnuna. Súlan undir okkara búskapi verður sjóvinna í breiðari merking, nýggjar sjóvinnuútbúgvingar, shipping, reiðarívirksemi og tænastuveitingar.

Og her standa tit í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði.

Eg fari við hesum at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við próvnum og blíðan býr í tykkara framtíðar størvum.

Hjartaliga tillukku.

Heðin Mortensen
borgarstjóri