Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 14. juni 2021

Prógvhandan í Múllers Pakkhúsi

Hesaferð eru ikki færri enn tríggir flokkar av útlendingum, sum hava tikið prógv eftir hvør síni skipan. Og hesaferð eru ikki færri enn 48 næmingar úr 17 londum.

Teu høvdu skipað fyri sjálvi og stóðu bæði fyri matgerð og tónleiki.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røður, har hann millum annað nevndi, at hetta er ein stór løta fyri bæði næmingarnar og okkum øll!

- Sum tað er stuttligt at hoyra, at fólk, sum bara fyri nøkrum mánaðum síðan stóðu púra hjálparsleys og hvørki skiltu føroyskt mál ella føroyska mentan, nú bæði kunnu samskifta málsliga, luttaka á arbeiðsmarknaðinum - og harvið hava fingið eitt nátúrligt pláss í okkara gerandisdegi og mentan.

- Tað eru nú fleiri ár síðan, at starvsfólk á Kvøldskúlanum varnaðust, hvussu nógv tilflytingin øktist og hvussu stórur tørvurin var á meira undirvísing í føroyskum máli og mentan.

- Síðan eru tilboðini vorðin betri og meira fjølbroytt og vit fingu eisini framhaldsskeið. Skúlin hevur síðan gjørt nógvar tillagingar fyri at finna bestu tilboðini og bestu loysnirnar. Umframt vanligu skeiðini hava verið kvøldskeið fyri bæði byrjarar og víðarikomin.

- Í fjør kom so nýggja námsætlanin, sum lagar seg eftir europeisku CEFR-skipanini, sum býtir næmingarnar upp í trý kunnleikastig. Fyrsti flokkurin eftir hesi skipan byrjaði í september í fjør og áhugin var so stórur, at játtan mátti fáast til ein flokk aftrat, sum byrjaði í oktober.

- Í dag er undirvísingin sera fjølbroytt og gongur fyri seg sum styttri og longri skeið á morgni, seinnapart og um kvøldið – bæði fyri børn og vaksin.

- Skeiðini enda við roynd og næmingar fáa endaligt prógv frá støðuroynd ella prógv, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

- Eg havi sagt tað mangan áður og fari at endurtaka, at tiltøkini hjá Kvøldskúlanum uttan samanbering eru bestu integratiónstiltøk í Føroyum nakrantíð.

- Staðfest er í avtaluni fyri komandi valskeið, at kommunan fer at virka fyri fleiri og betri integratiónsátøkum og tilboðum til yngri og eldri tilflytarar, so fólk fella betur til og fáa betri sambond, uttan mun til uppruna.

- Stórur partur av hesum verður í enn størri mun at menna undirvísingina í føroyskum máli og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum.

- Hvørt ár fegnast vit um at síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroyingum taka skeið í føroyskum og føroyskari mentan á Kvøldskúlanum.

- At eg nú kann møta tykkum í býnum, heilsa uppá og práta við tykkum á føroyskum, er einastandandi.

- Tað fløvar og ber boð um, at tit hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan, sum er málið!

- Tórshavnar kommuna fer áhaldandi í samstarvi við Kvøldskúlan og Mentamálaráðið at menna hesa skipan, so eingin dettur níðurímillum, men at øll fáa henda einastandandi møguleika, nátúrliga at fella til í samfelagnum gjøgnum undirvísing í máli og mentan.

- So enn eina ferð:  Hjartaliga tillukku tit – og hjartaliga vælkomin øll somul, endaði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Næmingarnir høvdu gjørt allan tann spennandi matin í Múllers Pakkhúsi

Yuki úr Filipinunum hevur ikki bara lært føroyskt, men hevur samstundis tikið tímar í sangi hjá Guðrun Sólju. Yuki framførdi saman við Guðrun Sólju og einsamøll.