Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 23. juni 2021

Próvhandan á Hægri Námi á Glasi

Í dag fingu lesandi innan marknaðarførðslubúskap, framleiðslutøkni, akademiútbúgving og HD prógv á Glasi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt gestarøðuna.

Borgarstjórin nevndi, at tað longu eru 3 ár liðin síðan vit á fyrsta sinni sluppu inn at síggja henda ótrúliga fína bygningin, eina perlu í føroyskari skúlasøgu, ein íløga í ungdóm og útbúgving, ein karmur, har næmingar síðan við ábyrgd hava nomið sær kunnleika.

Borgarstjórin nevndi eisini, hvussu stóran týdning akkurát hesar útbúgvingarnar hava. Tær sokallaðu yrkisakademisku útbúgvingarnar eru serstakar og spennandi, tí tær geva førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast, bæði í privatari og almennari vinnu, innan- sum uttanlands.

Soleiðis er t.d. við marknaðarførslubúskapi. Framleiðslutøkningar tørvar okkum í at kalla øllum yrkjum í landinum. Akademiútbúgvingin er avbera spennandi fyri hóp av ungum fólki, sum til dømis hava tikið handils- og skrivstovuútbúgvingar hjá Tórshavnar kommunu og aðrastaðni, sum ynskja sær eina hægri útbúgving.

Og so er tað HD-útbúgvingin, sum er hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum.

At enda nevndi borgarstjórin, at vit minnast úr søguni, at Glasir var vakrasta viðarlundin uttanfyri Valhøll. Nú Glasir, Musikkskúlin og stóri Skúlin á Fløtum alt er savnað í økinum, er dreymur okkara, at hetta sum frálíður verður Føroya vakrasta viðarlund við túsundtals fegnum lesandi, sum trívast í umhvørvinum.

Borgarstjórin endaði hugnaligu samkomuna við at ynskja øllum tillukku við útbúgvingini og próvnum og bestu eydnu í teirra komandi yrki.