Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 18. november 2020

Ráðgevarasáttmáli undirskrivaður fyri skjótibreytina á Sandvíkum

Í gjár undirskrivaði Tórshavnar kommuna avtalu við ráðgevararnar Henning Larsen Architects og HMP-Consult um ráðgevandi arbeiðið í sambandi við skjótibreytina á Sandvíkum.

 

Ráðgevararnir skulu gera nøgdarlistar og tekningstilfar til útbjóðing, ið fatar um:

  • Sjálvar breytirnar verða fluttar bæði í skeet og í trap, soleiðis at tær koma so langt burtur frá fjøru, sum til ber. Skeet-breytirnar, ið eru tvær, skulu slættast, so klárt er at byggja á og bunkarin til OL-trap stoypast.
  • Økið, sum dúgvurnar flúgva út yvir, skal slættast, turkast og gerast soleiðis, at til ber at koyra við lítlari ruddingarmaskinu, sum slær gras og sópar dúgvuskørini saman. Samstundis, sum hetta verður gjørt, skulu øll rør og kaðalar leggjast í jørðina.
  • Niðast á breytini, har breytin møtir fjøruni, skal víggirðing gerast, sum steðgar dúgvunum at sveima oman í fjøruna, og sum avmarkar gang frá skotunum.
  • Neyðugt er at gera atgongdina hjá bilum betri og parkeringspláss.

Avtaluna undirskrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Ósbjørn Jacobsen fyri Henning Larsen Architects og Hans Haraldsen, stjóri í HMP-Consult.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking