Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 14. september 2021

Ráðhúsið vitjan av Jákup Petur Eliasen og Ken Bærentsen

Hugtakið Everesting snýr seg um at súkkla eina brekku umaftur og umaftur til tú hevur klárað 8.848 metrar, sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum.

Hetta gjørdi Jákup Petur Eliassen í fjør frá Autoservice niðan á Kleynisvarða, sum hann súkklaði 42 ferðir fyri at røkka hæddina á Everest.

Herfyri framdi hann eitt líknandi avrik, tá hann saman við Ken Bærentsen gekk 18 ferðir av Eiðisskarði og niðan á Slættaratind og omanaftur. Motivasjónin var at útvega pening til virksemið hjá Eydnudeildini.

Teir gingu 18 ferðir niðan í góðar 24 tímar, men ongantíð gingu teir einsamallir, so góð var undirtøkan og stuðulin. Sjálvt um náttina fylgdu fólk teimum.

Í gjár vitjaðu teir báðir Jákup Petur og Ken inni á Ráðhúsinum og fingu eitt gott prát við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um túrin og um møguligar framtíðarætlanir.