Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 12. mai 2021

Risa kar til hemarar

Karið
Hemari
1 / 2

Sjósavnið hevur stórar ætlanir. Fleiri hava kanska varnast fleiri bingjur, sum eru settar saman til ein runding uttan fyri Sjósavnið.

Ætlanin er, at livandi hemarar skulu svimja í karinum.

Í løtuni verður ein glasrútur settur í seinastu bingjuna. Og tá ið hon er sett uppá pláss, verður ein dúkur sveisaður innaní.

Hemarin fer at svimja í 650 tonsum av sjógvi. Sjálvt gólvmálið í karinum er 314 fermetrar.

Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar.

Karið er eitt frumsnið, og verður eitt umbygt og útbygt Føroya Sjósavn til veruleika, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum.

Ætlanin er, at fyrsti hemarin verður sleptur í karið í komandi mánað. Hetta verður samstundis fyrstu ferð – og einasta stað í heiminum – at hemari svimur í einum kari á landi.