Rithøvundafelagið inn í Hans Andriasar Hús
Leigusáttmáli varð í dag undirskrivaður millum Rithøvundafelag Føroya og Tórshavnar kommunu. Felagið fær nú innivist í tveimum hølum á loftinum undir Pisuvarða 2. Hetta er í húsunum, sum hjúnini Hans Andrias og Petra Djurhuus búðu í.
Leigusáttmálin merkir, at meira lív og virksemi kemur í húsini, samstundis sum tað søguliga í húsunum verður varðveitt - eitt nú ‟Góðastova”. Í Góðustovu eru fleiri forvitnisligir lutir hjá Hans Andriasi Djurhuius at síggja - eitt nú pípur, hattur og frakki.
Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025.
- Rithøvundafelag Føroya hevur ikki havt fastan bústað í fleir ár, og tí er hetta sera gott fyri felagið, limirnar og føroyskan skaldskap, sigur Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagi Føroya.
Umframt at skrivstova felagsins verður í húsunum, kunnu rithøvundar savna seg um skaldskap í eini stovu á loftinum í suðurendanum.
120 limir eru í rithøvundafelagnum.
Mynd: Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri.