Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 11. november 2020

Royndarverkætlan - Skoytubreytin verður í Vágsbotni í ár

Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár arbeitt við at umskipa miðbýin, soleiðis at hann verður ein livandi og áhugaverdur býur at liva, vera og virka í. Í tí sambandi var í 2014 skrivað út ein hugskotskapping, sum skuldi leggja lunnar undir eina langtíðar skipaða menningartilgongd fyri miðbýin.

Brot úr kappingarskránni, ið varð útskrivað í sambandi við miðbýarkappingina í 2014:

“Miðdepilin í miðbýnum flytir seg, alt eftir hvørjum virksemi hugt verður eftir og nær á degnum og nær á árinum tað er. Havnin er ein lítil býur, og tí er týdningarmikið at skapa karmar rundan um fólkini, ið eru. Ynskið er, at miðbýurin fær ein samleika av margfeldi. Ein miðbýur, ið er ein dagbýur, kvøldbýur, summarbýur, vetrarbýur, alt eftir nær á degnum og nær á árinum tað er. Sjálvir bygningarnir ella bygningsverk skapa ikki lív í miðbýnum, men heldur tey fólkini, ið eru har”.

“Tiltøk sum framsýningar og konsertir savna fólk saman, og eru tiltøkini eisini ein liður í at skapa meira lív í býnum. Miðbýurin skal gerast ein lokkandi miðdepil og møtistað, ið kann kveikja nýggjar vinnur, nýggja mentan og nýhugsan. Pláss skal vera fyri børnum, ungum og gomlum. Ein miðbýur við bústøðum, vinnu, mentan, ítrótti, almennum tænastum og undirhaldi. Harumframt skal miðbýurin gerast ein miðbýur við skipaðum loysnum til gangandi, súkklandi og aðra ferðslu. Miðbýurin skal gerast til eitt stað, ið sigur frá søgum”.

Trappan í Vágsbotni og torgið í Steinatúni vórðu liðug í 2016, busskýlið verður liðugt nú í 2020 og er torgið í Vágsbotni nú næsta stigið á leiðini.

Ætlanin er, at Torgið í Vágsbotni verður eitt livandi skiftandi torg, sum skal virka saman við trappuni, og sum skal broytast eftir tiltøkum og ætlanum í økinum. Eitt av virkjunum, ið er ætlað at staðseta á torginum í Vágsbotni vetrarhálvuna er skoytubreytin. Í sambandi við, at prosjektering av torginum nú fer í gongd, hevur Tórshavnar kommuna tikið avgerð um, at skoytubreytin sum royndarverkætlan verður staðsett á torginum í Vágsbotni vetrarhálvuna 2020/21. Royndarverkætlanin skal vera við til at tryggja at nýggja innrættingin av torginum verður skipað og kemur at virka á bestan hátt í nærøkinum.