Lurta
Tíðindi - 18. juni 2021

Ruskinnsavnarar verða bitnir av leysgangandi hundum (1)

Kommunala Brennistøðin heitir á fólk um at hava hundar inni ella bundnar, teir dagarnar, ruskið verður tikið, soleiðis at hundurin ikki er til ampa fyri ruskinnsavnararnar.

Tað kemur fyri, at ruskinnsavnarar verða bitnir av hundum.

John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brennistøðin sigur, at hann í morgun hevur fingið boð frá IR, sum umsitur ruskinnsavningina, at ruskinnsavnararnir nokta at fara á ávísar adressur, har hundar ganga leysir.

(Savnsmynd)