Lurta
Tíðindi - 05. januar 2021

Samstarvsavtalan millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

Býráðið fyri borgaran. Hetta er yvirskriftin í samstarvsavtaluni millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum mynda samgonguna í Tórshavnar býráð komandi fýra árini.

Fyrrapartin var tíðindafundur fyri fjølmiðlunum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og nevndarformenninir løgdu fram ætlanirnar í samstarvsavtaluni.

Her kanst tú lesa Samstarvsavtaluna millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Nýggja samgongan er mannað við Heðini Mortensen, Annfinni Brekkstein, Tróndi Sigurðssyni, Kristionnu Winther Poulsen, Kára Johansen, Súnu Mørk og Bjørg Dam.