Lurta
Tíðindi - 23. juni 2021

Samtykt íbúðarbygging á Miðhorni

Fíggjarligi vágin fyri kommununa av at gera útstykkingar er rættiliga stórur, og tí verður mett, at tað kann loysa seg um ein aktørur fær alla útstykkingina millum Horna at menna, bæði fyri kommununa í mun til at fáa fleiri bústaðir í kommununi skjótt, umframt við at sleppa undan eini møguligari fígging av at veita fleiri bústaðir.

Mælt varð til, at fáa ein arbeiðstakara at taka sær av allari útstykkingini, bæði íbúðarbyggingini og set-/raðhúsabyggingini, umframt at sleppa kravinum um, at bústaðirnir á set-/raðhúsa økinum skuldu vera til leigubústaðir.

Articon vann útboðið upp á lendið til íbúðarbyggingina, tí varð mett ráðiligt fyri at fáa ein aktør upp á alla útstykkingina, at fara í eina tilgongd við Articon, har Articon fekk í boði at keypa lendið til set-/raðhús fyri tilboðskostnaðin, sum eitt annað bjóðaði.

Talan er um eina tilboðshækkan uppá áleið 500.000 kr. Mett varð, at verður farið undir eina tílíka tilgongd, so kann útstykkingin verða framd skjótt og gott, grundað á at ein aktørur tekur sær av øllum viðurskiftunum.

Articon lat saman við tilboðnum kommununi uppskot uppá skipan av báðum stykkjunum, og væntandi verður hetta ætlanin aftanfyri alla útstykkingina.

Kommunustjórin, tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu tí til, at Articon fær í boði at keypa lendið til set-/raðhús fyri tilboðsupphæddina, sum var hægst, síðan hava bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin samtykt tilmælið.

Í kvøld varð tilmælið samtykt í býráðnum. Talan er um 12.700 fermetrar tilsamans.