Sanna og Henning hildu jarnbrúdleyp
Jarnbrúdleyp eru sjáldsom av teirri einføldu orsøk, at hjún skulu hava verið gift í 70 ár, fyri at halda jarnbrúdleyp. Sanna og Henning Mortensen eru fødd í ávíkavist 1930 og í 1927. Í gjár varð jarnbrúdleyp hátíðarhildið á Boðanesheiminum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði inn á gólvið at heilsa uppá tey bæði og legði fyri við at ynskja tillukku við degnum.
- Onkur segði mær í morgun, at í kalendaranum hjá drotningini stóð onkunstaðni, at tilsamans 120 jarnbrúdleyp vóru í Danmark í fjør.
- Í lutfalli til fólkatalið skuldu vit sostatt bara havt eitt jarnbrúdleyp um árið í Føroyum. So tit bæði eru rættiliga sjáldsom í so máta.
- Tit eru fødd í ávíkavist Famjin og í Sandvík, Henning í 1930 og Sanna í 1927.
- Tann stutta søgan um tykkum er, at Henning kom til Havnar at læra til skipstimbrara á Skipasmiðjuni.
- Sanna hevði eftir øllum at døma snilt roknað hetta út og fór til Havnar at gera mat til arbeiðsmennirnar á skipasmiðjuni, har hon kapraði sær Henning burturúr allari rúgvuni, sum arbeiddi hjá Kjartan Mohr.
- Henning arbeiddi á skipasmiðjuni í heili 51 ár – tað var so sjáldsamt, at hann fekk tænastumedalju frá drotningini fyri trúgva tænastu.
- Hann var við til at byggja tilsamans 44 skip og mong okkara minnast hann, tí hann var formaður á skipasmiðjuni frá 1985.
- Tit búðu fyrst uppi í Grønlandi, men fluttu út á Argir miðskeiðis í fimtiárunum. Tit fingu 5 børn, Elsu, Sigrid, Tórhild, Petru og Finleif.
- Sanna - tú vart við í fyrsta holdinum av heimahjálparum hjá Sonju á Argjaboða og arbeiddi í vesturbýnum líka til tú eftir drúgva tænastu fór frá fyri aldur.
- Tað andaliga lívið hevur altíð fylt nógv hjá tykkum. Tit vóru við at byggja Argja kirkju. Sanna, tú vart sera aktiv í sjómanskvinnuringinum og var við Várgleði í KFUK.
- Henning – tú ert handverkari av Gud náði, hevur altíð putlast og verið sera handaligur. Óteljandi lutir sum borð, stólar, hyllar, benkur og annað hevur tú evnað úr træ í kjallaranum.
- Tit hava eisini fingist nógv við seyðahald í Famjin og Sanna var tiltikin í hoyna og øðrum upptaki, har hon ikki stóð aftanfyri nakað mannfólk.
- Tit eiga sum sagt 5 børn, 21 ommu- og abbabørn - og eru vælsignað við 24 langommu- og langabbabørnum.
- Í morgun skrivar ommu- og abbadótturin Sára um tykkum á Facebook, at størstur av øllum er kærleikin. Hon skrivar, at tað, at kunna eldast og gjøgnum 70 ár og enn at hava sín lívs kærleika undir lið, tað má vera ein fantastisk kensla.
- Hon nevnir, at tit dagliga síggjast nakrar tímar, tí tú Henning hvønn dag setir teg í bilin og koyrir heim á Boðanesheimið at vitja Sannu, sum er búfólk her.
- Onkur spurdi eisini, hvat nú eitt jarnbrúdleyp var fyri nakað. Hinir serstøku dagarnir hava flott nøvn sum silvur-, gull-, juvel- og rubinbrúdleyp.
- Jarnbrúdleyp ljóðaði, sum at tað var nú, at kærleikin fór at rusta.
- Og nú hoyri eg frá Sáru, at abbin eisini heldur, at jarnbrúdleyp ljóðar so kalt. Men eg ivist ikki í, at Henning eftir meira enn hálva øld á skipasmiðjuni útmerkað veit, hvussu jarn skal handfarast fyri ikki at rusta.
- Tað er ikki kuldi, men tvørturímóti hiti og umsorgan, sum hevur eyðkent tykkum.
- Ein skilamaður segði einaferð, at skuldi eitt par liva leingi og væl saman, so var treytin tann, at tey bæði høvdu gift seg við einum, sum tey ikki kundu liva fyriuttan.
- Og man ikki tað hóska akkurát til tykkum bæði, sum ikki kunnu vera hvønn annan fyriuttan?
- Góðu tit bæði og familjan øll – eg skal ynskja tykkum hjartaliga tillukku við stóra degnum og Guds ríku signing frameftir.
- Og eg fari at runda av við at ynskja tykkum øllum somlum eini gleðilig jól og alt tað besta í tí komandi.