Lurta
Tíðindi - 23. desember 2020

Sáttmáli undirskrivaður um fiskastykkið Yviri við Strond

Tórshavnar kommuna fríðkar støðugt bygd og bý, og nú verður farið undir at gera fiskastykkið Yviri við Strond atkomiligt og áhugavert fyri almenningin. Hetta er ein liður í ætlanunum um at varðveita og miðla søguligu slóðirnar, ið finnast fram við náttúruvakra strekkinum millum Boðanes og Skansan.

Virksemið Yviri við Strond byrjaði seint í 1920’unum. Johannes í Stórustovu stóð fyri arbeiðinum umboðandi fyritøkuna Trueba y Pardo, ið útflutti klippfisk til spanska marknaðin. Pakkhúsbygningur varð seinni reistur av avleidda virkseminum.

Í dag húsast feløgini Føroya Ellisakfør og Føroyskir Radioamatørar í hesum sama bygningi, sum tó er nógv umvældur.

Spanska borgarakríggi í 1936 hevði við sær, at útflutningurin hjá Johannes í Stórustovu helt uppat. Hóast fiskastykkið var í brúk í lutfalsliga stutta tíð, er talan um tað seinasta av sínum slagi í Havn, har upprunaliga støddin er varðveitt. Ætlanin er nú at skipa økið soleiðis, at tað bæði verður áhugavert og atkomuligt fyri almenningin at vitja.

Fyrsta liðið í verkætlanini er at rudda og taka burtur gróður á økinum. Hetta arbeiðið hevur Havin Sp/f gjørt, og er rúgvismikli gróðurin ímillum steinsetingina nú tikin burtur.

Næsta stigið er, at umlaðingar skulu gerast í støðum, gøta skal byggjast, umframt at ein skurður verður í lendið, soleiðis at vitjandi kunnu uppliva tilfarið og skilja søguna á ein serstakan hátt. EYA arkitektur – design er ráðgevi, og arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Tjóðsavnið.

At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Partur av ætlanini er eisini gøtan fram við Sandá, sum varð liðug í vár, gøtan í Villingadali, sum verður gjørd nú, umframt ein stutt royndargøta Yviri við Strond undir kampingplássinum, sum verður gjørd í vetur.

Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan.

Myndin er tikin í gjár, tá Spf. Hjálpirót og Tórshavnar kommuna undirskrivaðu sáttmálan.