Lurta
Tíðindi - 23. desember 2020

Sáttmáli undirskrivaður um gomlu brúnna um Sandá

Asfaltið er nú tikið oman av gomlu brúnni um Sandá, og tjúkka betongplátan skorin av og beind burtur. Articon hevur staðið fyri hesum innleiðandi arbeiðinum.

Nú er peningur so játtaður til at gera arbeiðið liðugt. Játtaðar eru 2,2 mió. kr. til hetta á íløguætlanini fyri 2021. Í gjár varð sáttmálin undirskrivaður.

Játtanin fer til at taka verandi bilverju á brúnni niður, og so verður nýtt rimaverk úr stoypijarni sett upp. Laðingin verður eisini umvæld.

Betongplátan, sum longu er tikin av brúnni, varð stoypt í sambandi við øktu ferðsluna á vegnum, tá ið Gamlarætt varð bygd. Men síðani nýggi vegurin um hálsin bleiv gjørdur, hevur eingin ferðsla verið á vegnum.

Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið, 12.487 krónur.

Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum.

Myndin er tikin, tá sáttmálin varð undirskrivaður í gjár.