Tíðindi - 08. mars 2021

Seks nýggj ferðavinnutilboð í Nólsoy

Fríggjadagin í farnu viku var eitt forvitnisligt tiltak í Nólsoy, tá ið átakið Nýskapan í ferðavinnuni var í bygdini. Seinastu tvey árini hava Hugskotið og Visit Tórshavn skipað fyri átakinum, sum skal menna ymiskt spennandi ferðavinnutilboð til føroyingar og ferðafólk.

Seks ymiskir íverksetarar vísti síni hugskot fram í Nólsoy. Hetta eru alt fólk við nógvum royndum.

Luttakararnir vóru fólk í vinnuni. Tey vóru heima hjá Maud Wang Hansen, sum skipar fyri heimablídni. Tey hoyrdu Terja Rasmussen, sum ger eina heimasíðu um Nólsoynna. Tey vóru heima hjá Mariann Hansen, sum hevur ment eina samrøðustovu ella samrøðusalong heima hjá sær sjálvari.

Anja H. Wardum rekur Visit Nólsoy, og nú hevur hon ætlanir í neystinum beint við Kunningarstovuna, har ein kaffistova letur upp. Bjarti Thomsen fer at gera bátatúrar framvið Nólsoynni, og tær báðar Fríðun K. Jacobsen og Hildur Durhuus fara at gera karmar í einum neysti, sum ferðavinnutilboð í Nólsoy kunnu brúka.

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevnini í Tórshavnar kommunu, beyð vælkomin.

Forkvinnan segði, at tað er gott at síggja, at tað legst aftrat við góðum upplivingum til ferðandi, og hon ynskti íverksetarunum góða eydnu og blíðan byr við verkætlanunum.

- Tað er stuttligt at síggja, at fleiri nólsoyingar finna nýggjar vinnuvegir við teimum ríku møguleikunum, sum oyggin hevur at bjóða. Eri vís í, at hetta fer at skapa hugna og styrkja um samanhaldið her á staðnum.

- Vit eru savnað fyri at hoyra meira um spennandi verkætlanir, sum allar skulu ríka um upplivingarnar til okkum øll. Tað er heilt vist, at ongum tørvar at keða seg, sum koma í oynna. Jú her er lív í, og tað skapar trivnað. Bygdin blómar, og vit síggja, at tað legst aftrat við fólki í oynni – tað í sær sjálvum er eitt undantak fyri eina oyggj uttan fast samband.

- Í Nólsoy skínur sólin altíð – serliga beint á bygdina. Og hvør veit, kanska júst hetta eisini kann draga fleiri Havnarfólk út í oynna, nú tað er vorið so vælumtókt at ferðast kring oyggjarnar og njóta nakrar dagar í hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi. Her hugsi eg eisini um barnagarðar, skúlaflokkar og Tilhaldini í kommununi, sum hava nógv spennandi at uppliva í oynni. Her kunnu fólk millum annað njóta sandin á einum av fáu sólstrondunum í Føroyum við góðum vesturskini at kalla hvønn dag, segði Kristianna Winther Poulsen.

Sóley Heradóttir Hammer, umsitari í Hugskotinum, greiddi eisini frá um átakið Nýskapan í ferðavinnuni. Hetta er triðju ferð, at Hugskotið skipar fyri átakinum saman við Visit Tórshavn.

Nýskapan í ferðavinnuni er skipað sum ein íverksetaradíkjari - á enskum nevnt “startup accelerator programme”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari, merkir, at verulig ferð verður sett á at menna verkætlanirnar hetta tíðarskeiðið.

Luttakandi verkætlanirnar fáa seks skraddaraseymaðar vikur við góðum ráðum frá føroyskum vinnulívsfólki og ráðgeving frá fremstu serfrøðini í ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.

Erla Rajani Ziskasen hevur tikið myndirnar.