Lurta
Tíðindi - 18. januar 2021

Sjey nýggir býráðslimir

Nýggja býráðið hevur havt fyrsta fundin, sum var ein eyka býráðsfundur hóskvøldið í farnu viku. Sjey nýggj andlit eru at síggja í býráðnum. Tey, sum eru fastir býráðslimir á fyrsta sinni, eru Kári Johansen (C), Kristianna Winther Poulsen (C), Birgir Nielsen (A), Elsa Berg (E), Súna Mørk (C), Ruth Vang (F) og Bjørg Dam (C).

7 kvinnur og 6 menn manna Tórshavnar býráð komandi fýra árini.

Fyrsti vanligi býráðsfundurin hjá nýggja býráðnum verður 28. januar 2021.

Umframt nýggju býráðslimirnar eru Jákup Dam (E), Tróndur Sigurðsson (C), Annika Olsen (A), Heðin Mortensen (C), Annfinn Brekkstein (B) og Gunvør Balle (E) eisini í býráðnum.

Bjørgfríð Ludvig er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, og hon sæst eisini á myndini ytst høgrumegin í aftara raði.