Lurta
Tíðindi - 21. januar 2022

Sjófólk í nýggjum orkuinfrastrukturi

Tað fer at taka tíð, tað verður strævið, tað kostar nógv og tað er tungt at skipa breitt samstarv um orkuloysnir. Men arbeiðsuppgávan hjá okkara komandi sjófólki verður at stremba ímóti eini klimaneutralari skipaferðslu, nýggjum orkuskipanum og grønum havnum við einum heilt nýggjum orkuinfrastrukturi.

Í morgun var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv. Sum vanligt var borgarstjórin við og segði nøkur orð í hesum sambandi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi fyrst, at hetta er ein stór løta fyri næmingarnar og eigur at vera ein stór løta fyri samfelagið alt. Síðan nevndi hann, at nú vit hvønn dag kjakast um uppseting av radaraskipan í Føroyum, so kunnu vit í øllum førum enn einaferð staðfesta, at okkara sjó- og landøki hevur alstóran týdning og áhuga, tá stórveldini hugsa um ráevni, strategi og flutning.

- Broytingarnar í Arktis hava longu havt við sær økta ferðslu, og tað fer alsamt at gerast meira áhugavert fyri okkum. Føroyar og Havnin hava eina bjarta framtíð sum miðdepil í arktiska økinum, og vit eiga at taka av teimum mongu møguleikunum, sum liggja frammanfyri okkum.

- Havnin hevur við útbyggingini av Tórshavnar Havn gjørt seg til reiðar til øktu skipaferðsluna kring okkum. Næsta stigið verður at vísa umheiminum, at vit eru her og at vit hava nógv at bjóða teimum nógvum skipunum, sum sigla framvið.

- Men skal skipaferðslan økjast munandi, so tørvar okkum túsundtals vælútbúgvin og roynd fólk á brúnna, í maskinrúmið og á dekki. Og krøvini – serliga umhvørviskrøvini – til hesa ferðslu, gerast alsamt strangari.

---

- Tórshavnar kommuna hevur samtykt ein umhvørvispolitikk, har alt virksemi í framtíðini skal taka støði í umhvørvinum. Tilknýtið millum menniskju og náttúruna skal verða viðurkent, og vit skulu virka í náttúruni við virðing fyri teimum ómetaliga týdningarmiklu vistskipanum, sum hava ment seg gjøgnum øldir og hýsa øllum lívi.

Vit vilja gera okkara til at slóða fyri einum grønum og burðardyggum samfelag. Tað er breið semja um, at vit vilja tora at ganga nýggjar, grønar leiðir, og vit vilja samstarva við virki og einstaklingar, sum hava síni serligu íkast at geva í nýmenningini.

---

Síðan nevndi borgarstjórin, at í fjørsummar frættist, at eini 10 lond, sum umboða størstu skipaferðsluna í heiminum, hava skipað eitt altjóða samstarv um eina grøna umlegging av skipaferðslu yvirhøvur í einum samstarvi millum almennar og privatar fyritøkur og myndugleikar.

- Endamálið er at koma eini klimaneutralari skipaferðslu nærri, og m.a. er Mærsk við í hesum arbeiði. Arbeiðið snýr seg um at menna nýggja skipstøkni, nýggjar orkuskipanir og eisini at skipa grønar havnir við einum heilt nýggjum orku-infrastrukturi.

- Grøn orka, nýggj skipstøkni og havnir, har til ber at fáa grøna áfylling, skulu føra til ein klimaneutralan vøruflutning.

- Hetta kemur at krevja nýhugsan, fjølbroyttar maritimar loysnir, og stórar umleggingar í skipaferðsluni, sum tit skiparar,skipsførarar og maskinmeistarar koma at umsita og stjórna.

- Tit maskinmeistarar fáa eina serstøðu í hesi umlegging. Tøkniliga er alt hetta avbera spennandi, og tit koma at verða í fremstu røð sum ráðgevar, konsulentar, mennarar og undirvísarar innan nýggja orku.

---

- Vit vilja fegin vera við í hesi umlegging. Tað tekur tíð, tað er strævið, tað kostar nógv og tað er tungt at skipa breitt samstarv um orkuloysnir. Men eg trúgvi uppá, at tað fer at bera til, so at vit eisini kunnu vera við í eini grønari umlegging, og eg seti mítt álit á, at mangar av framtíðarinnar loysnum fara at koma júst frá tykkum.

- Onkur hevur nevnt, at í hesi umlegging eru maskinmenn sum fakbólkur at rokna sum tøkniligir sveitsaraknívar – tí teir kunnu brúkast til alt!

- Tað hendir øgiliga nógv innan grøna umlegging, og okkum tørvar fólk, sum klára at fylgja við og vera uppá forkant at hjálpa okkum at skapa neyðugu karmarnar.

---

- Her í Havn kanna vit støðugt, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting.

- Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis, at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi. Í øllum hesum arbeiði mugu vit taka grøn atlit.

- Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi, at vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í fyrireikingunum. Hetta merkir og hevur merkt í mong ár, at vit støðugt byggja út fyri at framtíðartryggja vinnuna og fyri at geva rúmd fyri framtíðar vinnu á økinum.

- Ein av stóru súlunum undir okkara framtíðar búskapi er framvegis sjóvinna í breiðari merking, nýggjar sjóvinnuútbúgvingar, shipping, reiðarívirksemi og tænastuveitingar.

- Og tit skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar, tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði. Og tað gera tit í enn størri mun í eini grønari framtíð.Tí tit hava bestu førleikar og vitan á økinum. Tit hava kappingarfyrimunir framum so mong onnur.

- Sum eg byrjaði við at siga, so er dagurin í dag ein hátíðardagur hjá tykkum. Fyri onkran hevur tað helst verið hart at fara aftur á skúlabonk. Fyri onnur hevur lesnaðurin verið eitt spæl.

- Onkur av tykkum hevði kanska maka og børn, tá tit byrjaðu, onnur hava fingið familju undir lestrartíðini og uppaftur onnur leita enn. Óansæð hvørjar fortreytir tit høvdu, tá lesnaðurin byrjaði – so sita tit øll her við einum prógvi í hondini og vinnulívið og heimurin bíðar eftir tykkum.

- Eg vóni, at tit øll hava havt tað gott í Havn undir lestrartíðini og at tit fara minnast gott aftur á lestrartíðina. Tað hava helst verið nógvar stuttligar løtur saman við lestrarvinunum, í býarlívinum og kanska eisini minni hugaligar løtur, tá tit hava havt bestan hugin at kasta bøkurnar frá tykkum.

- Men, dagin í dag eiga tit øll at njóta saman við tykkara kæru, sum hava stuðlað tykkum gjøgnum lesnaðin og sum eru sera errin av tykkum í dag.

- Eg fari við hesum orðum at ynskja tykkum øllum somlum tillukku við próvnum og blíðan býr í tykkara framtíðar størvum.

- Hjartaliga tillukku og takk fyri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.