Lurta
Til lesiveik
Tíðindi - 24. november 2020

Skoytibreyt í fullari stødd á niðara vølli í Gundadali

Nú kunnu børnini gleða seg til at skoytibreyt í fullari stødd verður løgd á niðara vølli í Gundadali.

Staðsetingin í krókinum móti B36-húsinum gevur møguleika at hava skoytibreytina í fullari stødd, tað vil siga umleið 30 x 25 metrar.

Hetta ber til at gera nú, tí at niðari vøllur skal skiftast til várs – peningur er játtaður í 2021 til hetta arbeiði.

Á vøllinum er nøktandi streymur og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytibreytin ikki ávirkar teirra virksemi.

Arbeiðið at leggja breytina er longu byrjað í dag.